Fær Djokovic sítt nítjanda Grand Slam steyp?

Heimsins størsta og elsta tennis kapping verður leikt í løtuni

 

 

Heimsins størsta og elsta tennis kapping verður leikt í løtuni. Talan er um Wimbledon kappingina, ið er ein av teimum fimm “Grand Slam” kappingunum, sum eru tær størstu í ávísu ítróttargreinini. Kappingin verður leikt í býarpartinum, Wimbledon, sum liggur í London. Kappingin varð fyrstu ferð leikt í 1877.

 

 

 

Ítróttarliga hevur mannfólkatennis verið merkt av trimum harrum, ið nærmast hava fingið sær einkarætt uppá stóru steypini. Teir hava vunnið alt sum vinnast kann, og gjógvin millum teir tríggjar og aðrar leikarar tykist at vera øgiliga stór. Hesir leikarar nevnast Novak Djokovic, Roger Federer og Rafael Nadal, og hava teir tríggir samanlagt vunnið 58 Grand slams. Federer, ið er 39 ára gamal, hevur vunnið Wimbledon heili otta ferðir, sum eisini er mest av øllum. Wimbledon kappingin er einasta Grand slam kapping, ið verður leikt á grasi.

 

 

 

Stóri favoritturin til ársins Wimbledon er Novak Djokovic. Serbiska tennis-maskinan hevur bæði vunnið Australian Open og Us Open, ið eru tvær Grand Slam kappingar, sum blivu leiktar fyrr í ár. Hann hevur eisini verið nummar eitt á styrkislistanum í meira enn 311 vikur. Hetta er eitt greitt met í ítróttargreinini.

 

 

 

Novak Djokovic og Roger Federer eru báðir komnir í kvartfinaluna í ársins Wimbledon. Djokovic skal spæla ímóti ungarska Marton Fucsovics, ið er nummar 48 á styrkislistanum. Federer skal spæla ímóti pólska Hubert Hurkacz. Rafael Nadal valdi ikki at luttaka í kappingini. Grundgevingin var, at hann mátti ansa eftir kroppi eins og heilsu síni.

 

 

 

Konufólkakappingin verður eisini leikt í løtuni. Serena Williams, ið er mest vinnandi leikarin hjá kvinnum, varð tvungin at trekkja seg mitt í dysti í fyrsta umfari. Orsøkin var ein skaði sum kom eftir, at leikarin fleiri ferðir datt á grasvøllinum. Fleiri leikarar hava nevnt, at grasvøllurin er ov hálur og at hetta kann gerast vandamikið fyri teir. Hjá kvinnum er ongin greiður favorittur, men tøtt og hørð kapping um Grand slam steypið.