Samlaða hyggjaratalið hjá DR og TV2 til HM-finaluna millum Danmark og Frakland í manshondbólti vóru 2,1 miljónir hyggjarar.
Hetta er ein hálv miljón færri hyggjarar enn tá Danmark vann HM-finalurnar í 2021 og í 2019, tá 2,6 miljónir hyggjarar í Danmark sóu HM-finalurnar.
Tá Frakland vann HM-finaluna á Katar í 2015 hugdu níggju miljónir hyggjarar í Fraklandi eftir HM-finaluni.
Hesaferð vóru bert 5,3 miljónir hyggjarar í Fraklandi til HM-finaluna millum Danmark og Frakland.
Bæði í Danmark og í Fraklandi verður hildið, at tað ávirkaði hyggjaratalið neiligt, at HM-finalan byrjaði so seint sum klokkan 21 danska og franska tíð. Áður eru HM-finalurnar byrjaðar væl fyrr á degnum.