Familjan heitir á Biden um at stríðast víðari ímóti Trump

Familjan hjá Joe Biden, forseta, er sannførd um, at forsetin framvegis er tann rætti at vinna á Donald Trump.

 

Fundurin sunnudagin var í frítíðarheiminum hjá forsetanum, Camp David, sum liggur í statinum Maryland. - Mynd: Mandel Ngan/Ritzau Scanpix

Familjan hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, heitir á hann um at vera verandi í valstríðnum og stríðast víðari.

 

Tað siga ónevndar keldur við The New York Times eftir ein fund við familjuna sunnudagin.

 

Áheitanin kemur aftan á ógvusligar atfinningar at Joe Biden eftir avrikið móti fyrrverandi forsetanum Donald Trump í einum sjónvarpskjaki í farnu viku.

 

Fleiri miðlar hava boðað frá fjáltri millum demokratarnar, sum Biden stillar upp fyri, eftir kjakið.

 

Nógv halda, at 81 ára gamli Biden megnaði ikki at sannføra veljararnar í kjakinum um, at aldur hansara ikki er nakar trupulleiki.

 

Sambært The New York Times eru familjulimirnir hjá Biden sera greiðir yvir, at forsetin ikki kláraði seg væl við Trump, sum stillar upp fyri republikanararnar.

 

Tey eru tó sannførd um, at Biden framvegis er rætti persónurin at vinna á fyrrverandi forsetanum á valinum 5. november.

 

Trump 1,3 prosentstig framman fyri Biden í meiningarkanningunum í gjár, vísir eitt vektað miðaltal, sum greiningarstovnurin FiveThirtyEight hevur gjørt.

 

Fundurin sunnudagin var í frítíðarheiminum hjá forsetanum, Camp David, sum liggur í statinum Maryland.

 

Fleiri av familjulimunum hjá Biden bjóðaðu á fundinum seg fram at rætta eina hond í valstríðnum, skrivar The New York Times.

 

Í minsta lagi eitt av barnabørnunum hjá forsetanum vísti áhuga fyri, at hann gjørdist meira við í valstríðnum - til dømis umvegis sosialar miðlar.

 

Sunnudagin gav John Morgan, sum er ein av størstu stuðlunum hjá demokratunum, skyldina hjá ráðgevunum hjá Biden fyri avrikið hjá forsetanum í kjakinum.

 

- Tey skulu sigast úr starvi. Svikið er óunniligt. Tað var politiskt vansketni, skrivar hann í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.

 

Morgan vísti serliga til ráðgevarnar Ron Klain, Anitu Dunn og Bob Bauer, sum hjálptu til at fyrireika Biden til kjakið.

 

/ritzau/

 

Fundurin sunnudagin var í frítíðarheiminum hjá forsetanum, Camp David, sum liggur í statinum Maryland. - Mynd: Mandel Ngan/Ritzau Scanpix