Fann sonin aftur eftir 24 árum

Fyri 24 árum síðan varð ein tvey ára gamal kinesiskur smádrongur burturfluttur. Síðan henda dag hevur pápin leitað eftir soni sínum.

 

Her síggja kinesisku hjúnini sonin aftur fyri fyrstu ferð í 24 ár, og frøin er stór.

 

 

- Bara við aktivt at leita eftir soni mínum, føldi eg meg sum pápa, sigur Guo Gangtang við kinesiskar miðlar, og tað er norska kringvarpið, sum endurgevur søguna frá BBC og The Guardian.

 

Tilsamans hevur pápin ferðast meira enn 50.000 fjórðingar á motorsúkklu við tveimum skeltum á súkkluni við myndum av soni sínum. Hann hevur eisini ferðast í fleiri landslutum, og meðan hann hevur koyrt, hevur hann eisini fleiri ferðir brotið seg sundur í ferðsluni.

 

Pápin sigur við kinesiskar miðlar, at tað gjørdist hansara lívsmál at finna somin aftur. Á ferðunum svav hann undir brúgvum og og aðrastaðni og bað pengar, tá eingin peningur var eftir.

 

Herfyri slapp pápin endiliga at fevna son sín, Guo Xinzhen, aftur eftir at hann í 24 ár ikki hevur vitað, hvar sonurin var. Sambært The Guardian græt mamman, tá hon eftir hesi mongu ár fyrstu ferð sá sonin aftur.

 

- Góðasti tú! Tú komst aftur, segði mamman.

 

Guo Xinzhen skal hava verið rændur sum tvey ára gamal, tá hann einsamallur spældi uttan fyri heimið hjá sær. Sagt verður, at tað var ein kvinna, sum stakk av við smádreinginum.

 

Hon og sjeikur hennara seldu hin tvey ára gamla til eina familju nærindis Henan-landslutinum í Kina. Her búði Guo Xinzhen framvegis, tá løgreglan knappliga ein dag fortaldi honum, at pápi hansara hevði leitað eftir honum øll hesi ár.

 

##med2##

 

Trygdarstjórnarskrivstovan í Kina upplýsir yvirfyri kinesisku ávísini, at tey at enda megnaðu at spora samleikan hjá Guo Xinzhen við dna-royndum, og seinni vórðu tey bæði, sum í sínari tíð rændu smádreingin, handtikin og sett í geglið, veit BBC at siga.

 

Biologiski pápin sigur, at hann kemur at síggja hjúnini, sum uppdrógu sonin, sum teirra familju. Í dag er maðurin, sum hvarv fyri 24 árum síðan, lærari og starvast sum lærari.

 

 

 

 

 

Her síggja kinesisku hjúnini sonin aftur fyri fyrstu ferð í 24 ár, og frøin er stór.

Pápin ferðaðist meira enn 50.000 fjórðingar á motorsúkklu í royndini at finna son sín aftur.