Fara at seta fleiri funktiónsprestar í Fólkakirkjuni

Funktiónsprestar eru ikki tilknýttir ávísari kirkju, men hava ávísar uppgávur, eitt nú sjúkrahúsprestur og deyvaprestur.

 

Prestar blása sápubløðrur undir útigudstænastu á ovara vølli í Gundadali í Havn í morgun

Fólkakirkjan fer í næstum at seta fleiri funktiónsprestar og lýsir nú eftir einum slíkum presti, einum studentapresti, sum skal virka millum teirra, sum eru undir útbúgving á miðnámi ella hægri støði í Føroyum. Talan er um eitt nýtt tíðaravmarkað embæti í 4 ár við møguleika fyri leingjan í 2 ár, skrivar Fólkakirkjan í lýsingini.

Virkisøkið hjá hesum presti er miðnámsskúlarnir og yrkisskúlarnir í Føroyum. Málbólkurin er næmingar á miðnámi og yrkisskúlunum kring landið. Arbeiðið verður skipað í neyvum samstarvi við leiðslurnar á skúlunum.

Sambært lýsingini skal presturin í høvuðsheitinum røkja uppgávur sum:

▪ Bjóða samrøður um tilveruspurningar

▪ Veita sálarrøkt

▪ Skipa fyri bólkasamrøðum

Eisini stendur í lýsingini, at ein reglugerð skal gerast fyri embætið, ið m.a. ásetur hvussu ofta arbeitt verður á skúlunum, umframt eitt ávíst tal av gudstænastum í vanligari kirkjutíð og sergudstænastum í skúlans nærumhvørvi.

– Vit ynskja ein prest, sum hevur lívsroyndir og førleikar at møta teimum lesandi við teimum avbjóðingum, sum kunnu vera millum ung í nútíðarsamfelagnum. Týðandi er at vera andaliga og menniskjansliga fevnandi í hugsan og verki. Ein prest, ið kennir líkleikan og munin á eini kirkju og einum skúla.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur, at tey fóru at arbeiða við at seta ein slíka prest eftir ein fyrispurning frá Honnu Jensen í 2014, tá sálarfrøðingar komu inn í skúlan.

– Vit fara eisini at søkja eftir einum diakonpresti, sum fer at arbeiða á gøtuni millum tey, sum hava avbjóðingar, og hann fer at arbeiða saman við teimum, sum arbeiða á økinum, eitt nú Frelsunarherinum, Bláa Krossi, Solo Deo Gloria og øðrum felagsskapum, sum vilja verða við í hesum átrúnaðarliga arbeiðnum, sigur Jógvan Fríðriksson.

Herfyri var Ólavur Rasmussen settur konsulentur sum fongsulsprestur. Marjun Lómaklett hevur verið integratiónsprestur, men skeiðið hjá henni er av. Biskupur væntar, at kirkjan aftur fer at seta ein integratiónsprest, tí tørvur er á tí.

Biskupur sigur eisini, at um ólavsøkumundið fara tey at søkja eftir einum prósti afturat, men tá verður søkt innanhýsis millum prestarnar, og at talan verður um eitt parttíðarstarv, 25 prosent, sum próstur.

 

 

Prestar blása sápubløðrur undir útigudstænastu á ovara vølli í Gundadali í Havn í morgun