FBF stórar ætlanir fyri landsliðini í flogbólti

Framsøkna málið er, at um trý til fýra ár skulu A-landsliðini hjá kvinnum og monnum spæla í evropiskum CEV undankappingum. Langtíðar avtalur eru gjørdar við landsliðsvenjarar í hesum sambandi, og ungdómsarbeiðið fyri landslið hjá FBF verður harumframt tillagað hesum máli.

 

Higartil hava føroysku A-landsliðini í flogbólti luttikið á oyggjaleikum, spælt í kappingum, sum eru skipaðar fyri smærri lond, og so onkrar einstakar landsdystir. Landsliðsarbeiðið hevur verið skipað eftir hesum einstøku kappingum ella dystum.

 

Á aðalfundinum hjá FBF, sum varð hildin hin 13. juni 2021, valdi Magnus Tausen at fara frá sum formaður, eftir at hava sitið í sessinum í 20 ár. Í hansara stað var Peter Holm valdur sum formaður. Magnus Tausen heldur tó áfram í nevndini. Winnie Simonsen stillaði ikki uppaftur og ístaðin var Jóhan á Mýrini valdur. Nevndin hevur síðani skipað seg við Jónley Poulsen sum næstforkvinnu.

 

Uppstiga á øllum økjum

 

Nýggja nevndin hevur lagt framsøknar ætlanir fyri landsliðini. Málið er, at um 3-4 ár skal Føroyar kunna luttaka í vanligum evropiskum undankappingum fyri A-landsliðini hjá monnum og kvinnum, og sum ein avleiðing av hesum verður ambitiónsstigið fyri U-landsliðini eisini uppstigað. Hetta merkir, at talan frameftir fer at verða um eitt áhaldandi landsliðsarbeiði og ikki bara fyrireikingar til einstakar kappingar.

 

– Hetta er gjørt, tí tað er neyðugt at royna at lyfta ambitiónsstigið fyri flogbóltin, og at geva okkara bestu spælarum nýggjar avbjóðingar, eins og at geva øllum spælarum okkurt spennandi at stremba eftir, fyri á tann hátt at menna flogbóltin í Føroyum, sigur nývaldi formaðurin, Peter Holm.

 

Í hesum sambandi eru langtíðarsáttmálar gjørdir við venjara hjá kvinnum og monnum. Jens Bang, er settur sum landsliðsvenjari hjá monnum umframt U19. Málið er at byggja upp eitt lið, sum um trý til fýra ár kann taka stigið, og luttaka í vanligu undankappingunum hjá CEV.

 

Jens Bang hevur sum venjari vunnið eina røð av donskum meistaraheitum, steypakappingum og norðurlendskum meistaraheitum, og hevur millum annað verið hjálparvenjari hjá danska kvinnulandsliðnum. Suni Hansen verður hjálparvenjari hjá Jens Bang.

 

Lars heldur fram sum kvinnulandsliðsvenjari

 

##med2##

 

Lars Engell, sum í eina tíð hevur verið landsliðsvenjari hjá kvinnum, heldur áfram. Hann heldur eisini fram sum venjari hjá U19. Nú við einum langtíðarsáttmála við sama málsetningi sum venjarin hjá monnum. Lars hevur eisini vunnið eina røð av donskum meistaraheitum, steypakappingum og norðurlendskum meistaraheitum, umframt at Lars longu kennir føroyskan flogbólt, tí hann frammanundan hevur verið venjari hjá kvinnulandsliðnum, umframt høvuðsvenjari hjá KÍF. Kristian Mikkelsen verður hjálparvenjari hjá Lars Engell.

 

Arbeiðið við U-landsliðunum verður eisini uppstigað, og arbeiðshættirnir tillagaðir málsetningunum fyri A-landsliðini. Fyri U15 og U17 hjá gentum er Romica Øster settur sum venjari, ímeðan Christian Imhoff er settur sum venjari fyri U15 og U17 hjá dreingjum.