FC Midtjylland fingu javnleik á Celtic Park

FC Midtjylland megnaðu at fáa ein javnleik við sær heim úr Skotlandi

FC Midtjylland megnaðu at fáa ein javnleik við sær heim úr Skotlandi. Celtic tóku ímóti gestunum úr Danmark – og var eitt ávíst trýst á heimaliðnum, tí seinast eitt danskt lið vitjaði, so fóru teir avstað við øllum. Tað var nevniliga FCK ið vunnu 1-3 í 2020.

 

 

 

Dysturin í kvøld var merktur av nógvum hørðum takklingum og minni vøkrum fótbóltsspæli. Fleiri albogar vóru ov høgir, og fekk hana bæði Nir Bitton og Junior Brumado í græsið at liggja fyrstu løtuna.

 

Málmøguleikarnir vóru fáir í fyrra hálvleiki, men Celtic megnaðu at fáa bóltin í netið, áðrenn farið var til hálvleiks. Tað var í 39.minutti at Liel Abada beindi bóltin í málið, eftir at Jonas Lössl hevði bjargað royndini frá Ryan Christie.

 

 

 

Beint fyri steðgin tendraðist ein nýggj vón hjá útiliðnum, tí Celtic spælarin, Nir Bitton, varð útvístur. Yvirtalsstøðan vísti seg tó bert at vara í góðar tíggju minuttir, tí Anders Dreyer fekk sítt seinna gula kort fyri at blaka seg.

 

 

 

FC Midtjylland royndu at leggja meira fyri í álopspartinum sum hálvleikurin leið, og fingu teir fríspark vinstrumegin brotsteigin í 66.minutti. Hetta tók Evander sær av, og hann takkaði fyri álitið og smekkaði bóltin í málið umvegis stongina.

 

 

 

 

Ongin megnaði at avgera dystin, og er tískil púra opið hús undan umdystinum. Umdysturin verður leiktur á MCH Arena næsta mikukvøld.