Fyrsta umfar í bestu donsku deildini í mansfótbólti var í vikuskiftinum. Fyrsti dystur var fríggjakvøldið, tá ið OB knógvaði FC Midtjylland – nakað ið var óvæntað.
Í dag vóru tríggir dystir spældir, har millum annað høvuðsstaðarliðini skuldu í eldin.
FCK hevur verið nógv umtalað seinastu mánaðirnar, og spenningurin hevur verið øgiligur undan kappingarbyrjan. Hetta er serliga tongt at mongu broytingunum sum eru gjørdar í felagnum. Í dag tók “byens hold” ímóti AaB – ein dystur, sum á pappírinum skuldi vinnast. FCK hevði tveir nýggjar mans við frá byrjan, Grabara og Khoclava, ið byrjaðu í ávikavist málinum og miðverjuni. Dysturin var heldur tamur fyrsta hálva tíman, men so tók nýggi AaB vongurin, Louka Prip, sakina í egnu hendur. Eins og hann ofta gjørdi í AC Horsens, so smekkaði hann bóltin í handara hornið. Tveir minuttir seinni javnaði stórskjúttin, Kamil Wilczek. Heimaliðið skoraði aftur beint eftir steðgin, og so varð roknað við, at heimaliðið fór at halda tørn um leiðsluna og vinna øll stigini. AaB megnaði tó at reisa seg aftur við góðum flytingum, og hetta gav úrslit. Tað var fyrrverandi FCK leikarin, Kasper Kusk, sum kom í góða støðu og smekkaði bóltin í netið.
Nicolai Boilesen fekk beinleiðis reytt fyri heimaliðið eftir útjavnandi málið. Hetta ávirkaði dystargongdina, tí nú var neyðugt hjá FCK at vera ansið, og teir í AaB tóktust ikki heilt ónøgdir við eitt stig, hóast teir myndaðu ein heilt góðan møguleika.
Hinir dystirnir í dag vóru AGF-Brøndby og FC Nordsjælland-Viborg. Uppflytararnir knógvaðu FCN á útivølli, meðan AGF og Brøndby leiktu javnt.
Dagsins úrslit:
FC Nordsjælland-Viborg 1-2
Antman 14´ 1-0
Bakiz 41´ 1-1
Kramer 57´ 1-2
FCK-Aab 2-2
Prip 37´ 0-1
Wilczek 39´ 1-1
Daramy 47´ 2-1
Kusk 69´ 2-2
AGF-BIF 1-1
Thorsteinsson 10´ 1-0
Mensah 41´ 1-1