Federer útsligin

Sveisiska tennisstjørnan, Roger Federer, er úti av ársins Wimbledon kapping.

Sveisiska tennisstjørnan, Roger Federer, er úti av ársins Wimbledon kapping. Federer, ið vanliga stórtrívist á enska grasvøllinum, leikti í dag ímóti pólska Hubert Hurkacz. Undan dystinum var Federer greiður favorittur, men Hurkacz hevði víst sítt virði, og slóg hann m.a. nummar tvey á styrkislistanum, Daniil Medvedev, út í seinastu rundu.

 

 

 

Hurkacz vann dystin 3-0 í settum. Fyrsta sett endaði 6-3 til Hurkacz, seinna 6-7 og triðja heili 6-0.

 

24 ára gamli Hurkacz er nummar 18 á styrkislistanum.

 

 

 

Serbiski Novak Djokovic leikti eisini í dag. Hann vann enn ein 3-0 sigur í settum, og er hann greiður favorittur at vinna sín triðja Grand Slam í 2021.