Seinastu tølini hjá Landsfólkayvirlitinum yvir gongdina í fólkatalinum í Føroyum siga, at samlaða fólkatalið í Suðuroynni er minkað eitt vet seinasta árið.
- Men, hóast hetta hevur kortini ein hampiligur vøkstur verið í fólkatalinum í Tvøroyrar kommunu seinastu 12 mánaðirnar.
Í Tvøroyrar kommunu vísa tey í dag á, at hin 17. september í fjør vóru 1738 borgarar í kommununi.
- Í dag er tað talið 1753, svarandi til ein vøkstur upp á 15 borgarar ella 0,86%.
Lagt verður aftrat, at tølini fyri Suðuroynna samanlagt tó framhaldandi eru negativ og vísa eina afturgongd upp á 34 fólk.
Í Suðuroynni hevur gongdin seinasta árið verið henda (fyrra talið er í fjør - og seinna talið hin 17. september í ár):
Fámjin 80/ 73 - ein minking á upp á sjey borgarar ella -8,75%.
Hov 106/ 103 - ein minking á tríggjar borgarar ella -2,83%.
Hvalba 649/ 635 - ein minking á 14 borgarar ella -2,16%.
Porkeri 322/ 325 - ein vøkstur á tríggjar borgarar ella 0,93%.
Sumba 331/ 330 - ein minking á ein borgara ella -0,30%.
Tvøroyri 1738/ 1753 - ein vøkstur á 15 borgarar ella 0,86%.
Vágur 1370/ 1343 - ein minking á 27 borgarar ella -1,97%.
Samlaða fólkatalið í Suðuroy hin 17. september 2023 var 4596 og í dag er talið 4562.
- Hetta svarar til eina minking á 34 fólk ella -0,74%, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag, sum hava hugt gjøgnum nýggjastu tølini hjá Landsfólkayvirlitinum.