At Summar Festivalurin er byrjaður, merkist hjá løgregluni seinasta samdøgrið.
– Vit hava einki harðskapsmál. Har eru sjálvandi nógv full fólk á festivali, og summi eru dottin og so víðari. Men annars hevur tað verið nokkso friðarligt, sigur vakthavandi hjá politinum.
Nú tá býurin er avsperraður, eru tað tó tvey mál um bilførarar, sum hava koyrt, har teir ikki skulu.
Ein bilførari varð eisini tikin fyri rúsevniskoyring. Hetta var klokkan 3 í nátt í Klaksvík.
Uttan fyri Norðaya Sparikassa var eisini eitt sindur av balladu millum fleiri ung fólk. Ein teirra bleiv skuldsettur fyri ikki at siga, hvør man var.
– Man hevur skyldu til at fortelja politinum, hvør man er. Um man ikki ger tað, so kann man fáa eina bót. Tað gjørdi ein so í hesum førum, sigur vakthavandi.
Gjáramorgunin gjørdi politiið eisini eitt ferðsluátak í Leirvík. Á Høvdavegi, sum er vegurin frá tunnlinuum til rundkoyringina, vóru fýra bilar, ið fingu klipp í koyrikortið. Allir bilarnir koyrdu for skjótt í bygdum øki.