Hóast Símun Hans ber aldur sera væl, og hann er lættur á fótum, fekk hann longu sum 58 ára gamal ein stóran skelk. Teir vóru á fjalli, tá hann føldi ein knút fyri bringuni.

Fekk hjartasteðg á fjalli sum 58 ára gamal

Hóast hann ber aldurin sera væl og er lættur á fótum, fekk hann longu sum 58 ára gamal ein stóran skelk.

 

Hóast Símun Hans ber aldur sera væl, og hann er lættur á fótum, fekk hann longu sum 58 ára gamal ein stóran skelk. Teir vóru á fjalli, tá hann føldi ein knút fyri bringuni.

Tá vit vitjaðu á Hellunum herfyri, hittu vit 85 ára gamla, Símun Hans Jacobsen. Tað var júst henda dagin, hann hevði føðingardag, og tískil kundu vit eisini ynskja honum tillukku við degnum. Ættarbondini hjá Símun Hans í faðirættini eru í Saltnesi, og móðurættin er úr Syðradali á Kalsoynni, har hann eisini sleit sínar barnaskógvar.

 

- Eg var 21 ára gamal, tá eg kom til Hellurnar og Sonja, sum gjørdist kona mín, er uppvaksin á Hellunum. Vit eiga tveir dreingir og tvær gentur.  Yngri sonurin býr á Skála, og hin eldri býr í Havn. Yngra dóttirin býr í Oyndarfirði, og hin eldra býr á Hellunum.

 

Børnini hjá Símun Hans og Sonju gingu í skúla bæði á Hellunum og í Oyndarfirði, og tá tey vóru 14, fóru tey út á Strendur. Tá vegurin kom, koyrdu børnini út á Strendur í framhaldsskúla við bussinum, sigur hann.

 

Hóast Símun Hans ber aldur sera væl, og hann er lættur á fótum, fekk hann longu sum 58 ára gamal ein stóran skelk. Teir vóru á fjalli í Oyndarfirði, tá hann føldi ein knút fyri bringuni. Hann noyddist at leggja meg niður einar tvær ferðir, men royndi at ansa eftir, at hann ikki órógvaði seyðafylgið.

 

Tað, sum síðan hendi, kundi lættliga tikið lívið av manninum, sum tá var í bestu árum.

- Meðan eg lá her, fekk eg bæði blóðtøpp og hjartasteðg, sigur Símun Hans, sum heldur fyri, at tað var eitt guds undur, at hann yvirhøvur yvirlivdi.

 

Hann vísir á, at Súni Eliasen, sum tá sigldi við Magn-oljuskipinum, var eisini á fjalli henda dagin. Hann hevði júst verið á skeiði í lívbjargandi fyrstuhjálp, og yngri sonur Símun Hans og Sonju hjálpti til við fyrstuhjálpini.

Tað eydnaðist teimum at fáa lív í aftur mannin, og tá hann raknaði við, kom sjúkrabilur eftir honum og koyrdi hann á Landssjúkrahúsið.

- Var Súni Eliasen ikki á fjalli henda dagin, hevði eg ikki yvirlivað, tí tað tók sjúkrabilinum ein tíma at koma fram.

Símun Hans føldi seg rímiliga væl, tá hann vaknaði aftur, men tað var eingin ivi í hansara sál um, at hann skuldi undir læknahond.

- Eg lá á sjúkrahúsinum í nakrar dagar, og sjálvur helt eg, at eg kom rímiliga skjótt fyri meg aftur. Men, eg má viðganga, at tað tók sína – ja, eg vil siga rúma tíð - áðrenn eg veruliga orkaði tað sama aftur.

Um hetta mundið arbeiddi hann á Skála Skipasmiðju.

- Eg byrjaði á skipasmiðjuni í 1978, og eg var her í 28 ár – heilt til, at eg var fyltur 70.

Hann sigur, at Skála Skipasmiðja var eitt fantastiskt arbeiðspláss, og her arbeiddi hann í fyrsta lagi sum sveisari. Honum dámdi væl at sveisa, og meðan hann arbeiddi á Skála, bygdu teir fleiri nýbygningar.

 

Á yngri árum var Símun Hans eisini sjómaður og útróðrarmaður í eini 15 ár, og av hesum 15 árunum, hevði hann ábygdina av maskinarínum í eini 10 ár. Soleiðis var hann við 30-tonsaranum Glottanum, og í sínari tíð eisini við sluppini, Ester, har teir royndu bæði við snellu og línu. 

 

Í sínum arbeiðslívi arbeiddi Símun Hans eisini hjá byggifelagnum, E. Pihl & Søn, og her var han eitt nú við til at byggja Norðskálatunnilin, sum kom í 1976 og Leynatunnilin, sum kom stutt eftir. Tað var nakað eftir hesar tunnilsbyggingar, at Símun Hans fór at arbeiða á Skála Skipasmiðju.

 

85 ára gamli maðurin á Hellunum hevur eisini verið røktingarmaður heilt síðan 1966, og hetta álitisstarv hevur hann framvegis.

 

Símun Hans sigur, at tað er nógv broytt á Hellunum í hansara tíð, og nú er fólkatalið í bygdini fáment.

- Eg haldi, tað er hugnaligt at møta ferðafólki í bygdini, og um sumrarnar eru ofta útlendsk ferðafólk her og vitja. Her havi eg hitt fólk úr nógvum ymiskum og fjarskotnum londum, sum hava vitjað á Hellunum. 

 

Her hava verið fólk úr eitt nú Amerika, Italia, Spania, Grikkalandi og Týsklandi – bara fyri nevna nøkur av londunum. Hetta er alt blíð, fitt og fyrikomandi fólk. Sjálvandi er málið ein trupulleiki í samskiftinum, men her hevur verið roynt á ymiskan hátt at skilja ferðafólkini.

 

- Tað er ein frægd at hava tey í bygdini teir dagarnar, tey eru her, sigur 85 ára gamli, Símun Hans Jacobsen.

 

##med2##

 

Hóast Símun Hans ber aldur sera væl, og hann er lættur á fótum, fekk hann longu sum 58 ára gamal ein stóran skelk. Teir vóru á fjalli, tá hann føldi ein knút fyri bringuni.

- Var Súni Eliasen ikki á fjalli henda dagin, hevði eg ikki yvirlivað, sigur Símun Hans Jacobsen.