Myndina tók Birgir W. Høgnesen í morgun.

Fer kavin at minka ella veksa hesa vikuna?

Hesa vikuna kunnu vit í løtum vænta nøkur hitastig, men kuldin vil ikki sleppa okkum heilt, og vit fáa helst frostløtur í øllum førum fram til fríggjadagin.

 

Myndina tók Birgir W. Høgnesen í morgun.

Tað er eitt sindur trupult at siga í løtuni, hvussu verður við kavanum, sum henda vikan gongur. Nógvur kavi liggur kring landið, og sum myndin omanfyri vísir, er rættiliga nógvur kavi, har hann er mestur.  

 

Sambært 5-daga forsøgnini hjá DMI verður hann høgur í ættini í dag, og hitin fer at liggja millum eitt hitastig og fýra kuldastig.

 

Týsdagin fer hann at liggja millum norðan og útnyrðing, og hitin verður millum eitt hitastig og fimm kuldastig. Mikudagin verður hann eisini høgur í ættini, millum tvey hitastig og fýra kuldastig.

 

Hósdagin verður hann meira eystligur, og tá kunnu vit rokna við, at hitin fer at liggja millum trý hitastig og trý kuldastig. Sambært 5-daga forsøgnini verður hann landnyrðingur í ættini fríggjadagin, og tá verður eisini roknað við, at hitin fer at liggja millum trý hitastig og trý kuldastig.

 

Við tað, at veðurforsagnirnar bæði siga frá hitastigum og kuldastigum gjøgnum alla vikuna, kann verða torført at siga í løtuni, um tað verður meira ella minni kavi, sum henda vikan gongur.  

 

Hvussu verður og ikki, veldst sjálvsagt eisini um, hvussu verður við avfalli - kava, vátakava ella kanska regni - teir næstu dagarnar.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndina tók Birgir W. Høgnesen í morgun.