Ferðsluóhapp í Vágatunlinum

Ein bilur hevur rent inn í veggin í Vágatunlinum, og førarin er fluttur á Landssjúkrahúsið.

 

 

Tað hevur verið nógvur útrykingur at koyra til og úr Havnini í kvøld, eftir eitt ferðsluóhapp í Vágatunlinum, har ein bilur rendi inn í veggin.

Fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið.

Á politistøðini hava tey úr at gera og hava ikki stundir at svara fjølmiðlunum enn. Men tað verður meira at frætta seinni.

Ferðslan varð stegðað, og tað vóru langar køir.