Festivalur í trupulleikum: – Vit hava brúk fyri hjálp

– Sjálvt um har var góður stemningur, góður tónleikur og fitt fólk, so mistu vit fitt av pengum í ár, sigur Bjørk Sjóðklett, stigtakari og fyriskipari av The Fairy Island Festival

 

Fyrst í juli mánað var elektroniski festivalurin The Fairy Island Festival hildin í Norðradali á fyrsta sinni. Festivalurin hilnaðist væl, og har vóru fleiri vælnøgdir festivalgestir.

 

Men nú hava fyriskipararnir brúk fyri fíggjarligari hjálp fyri at halda The Fairy Island Festival á lívi. 

 

– Sjálvt um har var góður stemningur, góður tónleikur og fitt fólk, so mistu vit fitt av pengum uppá festivalin í ár, sigur Bjørk Sjóðklett, stigtakari og fyriskipari.

 

Hon hevur stovnað eina hópfígging á síðuni GoFoundMe. Her verður søkt eftir 35.000 evrum - svarandi til einar 260.000 krónur.

 

Vónin er, at hópfíggingin kann vera við til at tryggja framtíðina hjá festivalinum. Tí bæði fyriskiparar og gestir vilja fegin hava festivalin at halda fram.

 

– Um vit skulu kunna gera hann aftur í næsta ár, hava vit brúk fyri hjálp til at koma upp um okkara minus aftur, sigur Bjørk Sjóðklett.