Filmsfelagið bjóðar seming

Filmsfelagið bjóðar sær at mýkja støðuna millum Havnar Bio og minnilutafestivalin

Í gjár varð greitt, at ætlaða samstarvið millum Havnar Bio og Faroe Islands International Minority Film Festival varð av ongum. Havnar Bio sigur orsøkina vera, at filmsfestivalurin ikki helt treytirnar fyri samstavið – eitt nú at Faroe Pride ikki skuldi vera partur av samstarvinum. Tí avlýsti Havnar Bio samstarvið, og teir fimm filmarnir, sum skuldu sýnast í Havnar Bio, máttu flytast í Perluna, har aðrir filmar á filmsstevnuni verða sýndir.

 

Nú bjóðar Filmsfelagið, sum regluliga vísir filmar í Havnar Bio, seg til at mekla millum partarnar.

 

– Filmsfelagið, sum er stovnað í Havnar Bio í 1962 og er elsti felagsskapur at vísa listaliga áhugaverdan film, harmast um støðuna, sum er íkomin nú Minnilutafestivalurin er farin at flyta sýningar, sigur Filmsfelagið.

 

 

 

Les eisini: Havnar Bio vil ikki hýsa LGBT

 

 

 

Filmsfelagið hevur altíð samstarvað við Havnar Bio, sum er einasti biografur í Havn, og Filmsfelagið vísur film hvørt mikukvøld. Filmarnir eru nýggir, hóast felagið eisini hevur samstarv við Cinemateket, sum er savnið hjá danska Filmshúsinum við søguligum filmum. 

 

– Filmsfelagið velur frítt teir filmar, vit seta á skrá í Havnar Bio. Millum nýggjastu filmar eru bretski »Ammonite«, danski »Flugt« og ísraelsku »Cakemaker og Red Cow«, sum allir fýra viðgera samkynd parløg. Umframt hevur Filmsfelagið víst amerikanska »I am not your Negro« og svenska »Sameblod«, sum báðir viðgera minnilutar og teirra skerdu rættindi. Eingin hevur forðað Filmsfelagnum at vísa hesar filmar, hóast greitt er, at teir fóru um mark hjá einstøkum, sigur Filmsfelagið. 

 

 

 

Les eisini: Havnar Bio vildi samstarv

 

 

 

Filmsfelagið, sum er óheft áhugafelag, ið hevur eittans endamál – at vísa listaliga áhugaverdan film – hevur øll árini, virksemið hevur verið, bjóðað sær til at fasilitera sýningar við filmi á professionellum støðum í býnum. Hetta tilboð stendur við, nú Minnilutafestivalurin er komin í eina støðu, har seming tykist einasta loysn.

 

– Umframt at søkja seming, vil Filmsfelagið enn sum áður savna fólk at síggja listaliga áhugaverdan film í biografi, siga tey.

 

Birgir Kruse, Ole Wich og Rannvá Jónsdóttir mynda Filmsfelagið.