Filmsfelagið ynskir Nils Malmros tillukku

Nils Malmros er ein av teimum norð­urlendsku leikstjórunum, sum Films­fel­agið hevur havt sam­band við í nógv ár, heilt síðan hann sum lækni byrj­aði at savna til­far til filmin um ”Barbu”

Filmsfelagið:

 

Tá helt hann ein fyri­lest­ur í Klingruni í Norð­ur­land­a­húsinum, har hann las úr hand­rit­i­num, og við egn­ari rødd og keipum dram­a­ti­ser­aði allan filmin og hugtók tey møttu.

 

Hann hevur altíð verið ein hug­tak­andi og serstakur dansk­ur auteur, hóast hann í hes­um føri gjørdi film úr eini søgu, sum hann ikki hevði skriv­að sjálvur.

 

Sum vit skilja, arbeiðir hann aft­ur við tilfari, sum ligg­ur eftir Jørgen-Frantz Jac­­ob­sen. Aðrir leikstjórar, vit hava havt samband við í eins langa tíð, er íslendski Frið­rik Þór Friðriksson.

 

Tíðirnar eru nógv broytt­ar frá analoga veruleikanum við nógvum biografum, har tú kundi møta upp við eini rullu undir arminum, og fáa filmi­n vístan fyri einum á­skoð­a­­raskara, tú hevði við tær.

 

Tað ber ikki til longur, nú alt er vorðið talgilt og savn­að á færri hondum.

 

Hóast tað burdi verið øv­ut, er ítøkiliga úrslitið, at nú hava vit bara ein bio­graf í landinum, sum vit ment­an­ar­politiskt stuðla í einum og øll­um.

 

Samstundis verður tað trupl­ar at fáa fatur á film­um, sum eru uttanfyri van­liga skandinaviska útboðið.

 

Til dømis hevur bretski film­urin ”The Outrun” júst ver­ið frumsýndur á Papey í Orkn­oyggjum, men er enn ikki partur av útboðnum av film­um, sum vit vanliga hava góða og lagaliga at­gongd til.

 

Filmsfelagið ynskir leik­stjó­r­a­num Nils Malmros hjarta­liga til lukku við teim átt­ati.