11. mars velja fólk í Grønlandi limir í Inatsisartut, landsins tjóðartingi. Undan valinum eru fimm flokkar umboðaðir á tingi, og teir eru allir tryggjaðir pláss á atkvøðuseðlinum.
Aðrir flokkar kunnu stilla upp, um teir hava savnað inn veljaraundirskriftir, sum svara til 1/31 av gildugu atkvøðunum á seinasta løgtingsvali, í seinasta lagi 5 vikur undan valinum.
Her kanst tú lesa um teir flokkar, sum longu eru umboðaðir á tingi:
* Inuit Atasamfelag (IA):
Hevur 11 sessir á tingi undan valinum.
Stovnaður sum flokkur í 1978. Grundstøðan er sosialistisk, og flokkurin myndar ytsta vinstravongurin í grønlendskum politikki.
Flokkurin "arbeiðir fyri einum búskaparliga og politiskt sjálvstøðugum Grønlandi, stýrt av meginreglunum um burðardygd", sum tað stendur í meginregluskránni.
Formaður er Múte B. Egede, sum er núverandi stjórnarleiðari.
* Siumut:
Hevur tíggju landstingslimir.
Stovnað í 1977 og grundaður á sosialdemokratiska hugsan – javnaðarflokkur. Hevur í grønlendskum politikki síðan heimastýrið varð sett í gildi í 1979.
Fram til 2009 røkti Siumut stjórnarleiðarastarvið áhaldandi í 30 ár.
Formaður er Erik Jensen.
##med2##
* Naleraq:
Hevur fimm løgtingslimir.
Stovnaður í 2014 av fyrrverandi landsstýrisformanninum fyri Siumut, Hans Enoksen, eftir at hann fór úr Siumut. Í dag er Pele Broberg formaður í flokkinum.
Naleraq arbeiðir millum annað fyri liberalisering av vinnuni eftir treytum hjá fiskimonnum og fangamonnum og fyri skjótum grønlendskum sjálvstýri.
* Demokratarnir:
Hevur tríggjar landstingslimir.
Sosialliberali flokkur stovnaður í 2002. Talar fyri grønlendskum sjálvstýri, einum slankari almennum geira og bíligari liviumstøðum.
Leggur dent á, at vinnulívið skal hava frælsar karmar við fríum marknaðarbúskapi og fríari kapping.
Formaður er Jens-Frederik Nielsen.
* Attasut:
Hevur tveir landstingslimir.
Ein borgarligur flokkur við liberalistiskum meginreglum stovnaður í 1978 millum annað fyri at "arbeiða ímóti loysing frá danska kongsríkinum". Talar fyri, at Grønland framvegis er partur av Ríkisfelagsskapinum.
Formaður er Aqqalu C. Jerimiassen.
Kelda: ia.gl, siumut.gl, naleraq.gl, demokramatit.gl, atassut.gl, ina.gl.
/Ritzau/