Fimm fólk eru skuldsett fyri mótmæli í Nólsoy

Løgreglan hevur nú skuldsett fólk fyri mótmælistiltak í Nólsoy

Tann 1. september í 2019 skipaðu nólsoyingar fyri mótmælistiltaki, tí strandfaraskipið Ternan skuldi úr Nólsoyarsiglingini fyri at avloysa Teistan í sigling millum Sandoy og Gomlurætt.

 

Hetta vildu nólsoyingar ikki góðtaka, og teir skipaðu fyri, at Ternan ikki skuldi sleppa úr Nólsoy aftur, tá ið ferjan var komin til Nólsoyar hetta sunnukvøldið. Strandferðslan vildi ikki loyva fólki og bilum í land, tí tey stúrdu fyri trygdini, og ferðafólk sótu í fleiri tímar – mest sum gíslar – umborð á Ternuni. Nógv fólk vará kaiini í Nólsoy og mótmæltu við skeltum.

 

Løgreglan fór til Nólsoyar fyri at kyrra støðuna, og mótmælið endaði uttan nakran veruliagn samanbrest ella annað.

 

##med2##

 

Nú hevur løgreglan avgjørt at skuldseta fimm fólk fyri teirra leiklut í mótmælistiltakinum.

 

Tað veit Kringvarpið at siga.

 

Fólkini eru skuldsett fyri trý brot á revsilógina – eitt nú fyri »á lógleysan hátt at hava elvt til umfatandi órógv í rakstrinum av vanligum samferðslutólum«.

 

Revsiramman fyri lógarbrotini er alt frá sekt og upp í fongsul upp í 6 ár.

 

Soleiðis skrivaði In.fo sunnukvøldið 1. september 2019