Fimm frystilínuskip í Eysturgrønlandi

Streymurin harðnar, men útlit eru til gott veður. - Útróðrarbátarnir hava smáligan fiskiskap, so vit vænta ikki nógvan útróður hesa vikuna.

Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Annað er vestanfyri, og hitt er norðanfyri.

 

- Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av brosmu og longu. Skipini koma møguliga inn at landa síðst í hesi vikuni.

 

Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Í løtuni eru fimm frystilínuskip í Eysturgrønlandi, og trý fiska undir Føroyum. 

 

- Skipini í Eysturgrønlandi fáa mest av toski, og tey undir Føroyum fáa mest av longu, toski, hýsu og brosmu.

 

Streymurin harðnar, sum henda vikan gongur, men útlit eru til gott veður. 

 

- Útróðrarbátarnir hava smáligan fiskiskap, so vit vænta ikki nógvan útróður hesa vikuna, verður lagt aftrat.