Fimm partrolarapør eru í løtuni til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku.
- Flestu pørini fiska upsa, og tey fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at partrolararnir hava smáligan fiskiskap.
Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva. Teir koma væntandi inn at landa síðst í næstu viku.
Í dag eru fimm trolbátar á Skeivabanka. Teir fáa mest av havtasku og koma allir inn at landa í næstu viku.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva, men hava smáligan fiskiskap. Tvey fiska havtasku og hava misjavnan fiskiskap.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku.