Fípan Fagra styrkti sína FM støðu

5-mannafør dreingir: Í dag svaraðu dreingirnir úr Klaksvík aftur og vunnu ímóti Heyki úr Hósvík, sum vann fyri einari viku síðani

Frá startskotinum av vóru tað bara tveir bátar, sum vóru við í kappingini um sigurin millum 5-mannaførini við dreingjum, tá ið teir kappaðust í Klaksvík.

 

Sum undanfarnu ferðirnar vóru tað Heykur úr Hósvík og Fípan Fagra úr Klaksvík, sum kappaðus, eftir at Royndin Fríða eina løtu hevði roynt at blanda seg uppí.

 

Inntil hálvt málið var rógvið, lógu teir borð um borð. Onkra løtuna var Fípan Fagra fremri, og onkra løtuna var Heykur undan.

 

So vignaðist tað betur hjá Fípuni Føgru, sum vann seg eina stóra bátslongd framum, áðrenn tað varð farið undir endaspurtin. Heykur royndi at svara aftur, men teir úr Klaksvík hildu tørn og vunnu á heimastjógvi.

 

Tað eru bara hesir báðir bátarnir – Fípan Fagra og Heykur – sum hava møguleika at vinna FM. Sigurin ber við sær, at Fípan Fagra undan ólavsøku er tvey stig undan Heyki.

 

1Fípan Fagra05:26.04700
2Heykur05:27.32600
3Ørnin05:38.12500
4Royndin Fríða05:45.18400
5Teistin05:48.22300
6Leikalind05:50.17200
7Knúkur05:52.23100
8Sílið05:52.34000
9Firildur05:58.27000
10Dúgvan06:00.00000
11Ingibjørg06:01.30000
12Fenja06:07.24000

 

FM støðan

 

1 Fípan Fagra     40

 

2 Heykur              38

 

3 Ørnin                 28