Fípan setti tingini upp á pláss

5-mannafør dreingir: Heykur, sum vann síðst, megnaði einki at gera við teir úr Klaksvík í dag

Síðsta sunnudag á jóansøku á Tvøroyri var mest spennandi róðurin tann millum 5-mannaførini við dreingjum. Tá vann Heykur úr Hósvík í sera tættari kapping við Fípuna Føgru úr Klaksvík, sum vann tvær tær fyrstu ferðirnar.

 

Tí var spenningurin stórur undan dagsins kapping í Fuglafirði, har líkindini at rógva kapp framvegis eru av teimum bestu.

 

Fípan Fagra og Heykur fingu besta startin, og eina løtu hevði eisini Ørnin úr Sandavági hug at bjóða av í kappingini um fremsta plássið.

 

Men so við og við vóru tað tøkini hjá teimum á Fípuni Føgru úr Klaksvík, sum mundaðu mest, og stútt og støðugt vaks fjarstøðan frá Heyki og fram til Fípuna Føgru, sum fór um málið tað mesta av einari bátslongd undan Heyki.

 

Ørnin var dygst undan Jallinum hjá Róðrarfelagnum Knørri í kappingini um bronsuplássið.

 

 

 

1Fípan Fagra05:03.35700
2Heykur05:05.27600
3Ørnin05:10.40500
4Jallurin05:10.43400
5Knúkur05:17.40300
6Royndin Fríða05:17.46200
7Leikalind05:18.41100
8Teistin05:20.21000
9Dúgvan05:20.49000
10Sílið05:25.14000
11Fenja05:36.27000