Firvaldur fremstur í Fuglafirði

5-mannafør kvinnur: Erla Kongsdóttir megnaði ikki at vinna í heimasjógvi

Tað er av álvara skifti í kappingini millum 5-mannaførini við kvinnum.

 

Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði hevur verið framúr, men nú eru tað ikki tær í Fuglafirði, sum eru FM favorittar.

 

Firvaldur av Tvøroyri vann á heimasjógvi á jóansøku, og aftur í dag var Firvaldur av Tvøroyri fremstur.

 

Tað sást væl, at tær á Erlu Kongsdóttir vóru sera uppsettar. Tær løgdu væl fyri í startspurtinum, men tað eydnaðist ikki hjá teimum at sleppa av við Firvald, og so var tað skjótt, at Firvaldur legði upp á síðuna av Erlu Kongsdóttir.

 

Eina løtu lógu hesir báðir bátarnir borð um borð, men so fór tað at líða betur eftir hjá Firvaldi. Í endaspurtinum royndi Erla Kongsdóttir at svara aftur. Tað eydnaðist at vinna eitt vet aftur av tí, sum var mist, men Firvaldur læt seg ikki taka, og á málinum var hann eina hálva bátslongd undan Erlu Kongsdóttir.

 

 

 

1Firvaldur05:16.38700
2Erla Kongsdóttir05:17.41600
3Blikur05:22.19500
4Tambar05:26.15400
5Tjaldrið05:30.07300
6Báran05:34.32200
7Malunarhav05:35.03100
8Spógvin05:41.22000
9Junkarin05:44.38000
10Tarvurin05:47.27010
11Falkur05:53.09000