Fiskiskapurin við troli broytist lítið

Í løtuni eru bara tveir trolbátar til fiskiskap, men væntandi loysa aðrir um vikuskiftið.

 

 

 

Fimm partrolarapør fiska upsa, og skipini fáa eisini nakað av hjáveiði. Fiskiskapurin broytist lítið og kundi saktans verið betri. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Teir fiska svartkalva og koma inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku.

 

- Í løtuni eru bara tveir trolbátar til fiskiskap. Báðir eru á landgrunninum og koma væntandi inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at trolbátarnir fáa mest av toski, tungu, havtasku og reyðsprøku. Væntandi er, at fleiri trolbátar loysa um vikuskiftið.