Fjós í Kaldaksfirði er farið av vindi

Løgreglan heitir á fólk, sum koyra um hesar leiðir, um at vísa varsemi, tí leyst tilfar fýkur á vegnum.

 

Føroya Politi boðaði seint fyrrapartin frá, at eitt fjós í Kaldbaksbotni er farið í nógva vindinum. 

 

Í hesum sambandi liggur tilfar og fýkur á Kaldbaksvegnum.

 

Tískil heitir løgreglan á bilførarar, sum koyra um hesar leiðir, um at vísa varsemi.

 

Fólk hjá Tórshavnar Sløkkiliði eru á staðnum, og tey eiga eisini viðheftu mynd.