Fleiri deyð í flogvanlukku á Filipsoyggjunum

Flogfarið skuldi flúgva ungar hermenn út á oynna Jolo, sum liggur í Sulu-landslutinum.

Stúrt verður fyri, at talið av deyðum í flogvanlukkuni fer at veksa.

 

 

Eitt hernaðarflogfar við 92 fólkum hevur verið fyri einari vanlukku á Filipsoyggjunum, og sagt verður, at í minsta lagi 17 fólk eru deyð. Av teimum, sum vóru í flogfarinum, vóru tríggir flogskiparar, og manningin annars taldi fimm fólk.

 

Tað veit Reuters at siga í morgun, og tað er leiðarin fyri verjuna á Filipsoyggjunum, sum boðar frá vanlukkuni. Lagt verður aftrat, at fleiri ungir menn vóru í flogfarinum, sum nýliga eru lidnir við sína útbúgving í herinum.

 

Útlendskir miðlar skriva, at í minsta lagi 40 hermenn eru higartil bjargaðir út úr brennandi vrakinum. - Bjargingarlið eru á staðnum, og vit vóna at tað fer at eydnast at bjarga fleiri mannalívum, sigur herleiðarin, Cirilito Sobejana.

 

Cirilito Sobejana leggur aftrat, at í minsta lagi 17 hermenn eru deyðir, og herleiðarin stúrir fyri, at talið av deyðum fer at veksa. Útlendskir miðlar skriva, at flogfarið skuldi flúgva hermenn út á oynna Jolo, sum liggur í Sulu-landslutinum, sum leingi hevur verið merktur av víðgongdum islamiskum uppreistri. 

 

Sum skilst hendi vanlukkan við flogbreytina, har flogfarið misti ferð og rendi á. 

 

- Tað eru eingi tekin um, at talan er um álop. Okkara arbeiði fevnir nú um at bjarga mannalívum og ikki um kanningararbeiði, leggur herleiðarin, Cirilito Sobejana, aftrat.

 

Flogfarið var av slagnum, Hercules C-130.

 

 

 

Stúrt verður fyri, at talið av deyðum í flogvanlukkuni fer at veksa.