Í nátt fóru loftávaringar í gongd í Ukraina, og í morgun siga myndugleikarnir í landinum, at teir hava skotið niður fleiri enn 30 russiskar rakettir og dronur av ymiskum sløgum.
Síðan byrjanina av mai hevur Russland framt 20 rakett-og dronuálop á ukrainskar býir. Sambært myndugleikunum í Kyiv snúðu álopini í nátt seg um tvey umfør við álopum.
- Tað eru spreingingar í býnum. Loftverjan virkar, sigur borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko.
Eftir at loftávaringarnar steðgaðu, upplýsti borgarstjórin, at ongar fráboðanir vóru komnar um deyð ella løstað í álopunum í nátt.
Myndugleikarnir í Ukraina upplýsa, at loftverjan beindi fyri fleiri enn 30 ymiskum rakettum og dronum í loftrúminum yvir og kring ukrainska høvuðsstaðin í nátt.
Hósnáttina lótu trý fólk lív í Kyiv, harímillum tvey børn, umframt at fleiri vórðu løstað, tá russar lupu á í eystara parti av ukrainska høvuðsstaðnum.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.