Fleiri enn 900 gravir skrásettar talgilt í Vestmanna

Fólk við tilknýti til Vestmanna nýtast ikki longur at ivast í, hvar ætt, vinir og kenningar liggja jarðaði. 

Tú kanst leita eftir gravum við at skriva navnið á fólki, nummarið á grøvini ella klikkja á gravirnar í talgilda yvirlitinum á heimasíðuni, har tú síðan fært upplýsingar fram.

 

Tað veit Munin at siga, sum vísir til leinkjuna https://gravir.kort.fo/index.html?id=vestmanna 

 

- Av tí, at siðvenjan at skráseta gravir ikki er so gomul í Føroyum, so eru onkrar ómerktar gravir enn.

 

Munin vísir á, at í Vestmanna byrjaði skrásetingin 6. desember í 1876.

 

- Í tíðarskeiðnum frá 1876 til 2006 eru 1191 skrásett í protokollini, harav umleið 250 børn. Hesi vóru jarðað eftir tátíðar siðvenju, og bert fá av teimum fingu ein gravstein, tí eru fleiri ókendar gravir ímillum, hesar er merktar við hvítum kassum í skipanini. 

 

Munin vísir á, at um onkur hevur kunnleika til, hvør er jarðaður í onkrari av teimum ókendu grøvunum, kann viðkomandi brúka “boða frá møguligum skeivum upplýsingum” -funkuna, sum finst í skipanini her: https://gravir.kort.fo/index.html?id=vestmanna 

 

- Líknandi loysn hjá øðrum sæst á https://gravir.kort.fo, verður lagt aftrat.