Tað er vorðið vanligt í fleiri matvøruhandlum, at kundin sjálvur skannar vørur inn og rindar – uttan at avgreiðslufólk frá handlinum er til staðir. Hóast hetta er lætt og einfalt hjá kundanum við hesum sjálvtøkukassum, og handilin sparir starvsfólk, so hevur hetta sínar avbjóðingar, tí alsamt feliri handlar boða nú løgregluni frá, at ov nógvar vørur fara ígjøgnum, sum kundarnir ikki rinda fyri.
Vakmyndatól eru í øllum handlum, og sambært løgregluni, so eru handlarnir farnir at kanna tey meira gjølla, tí tey hava varhuga av, at ov nógv fer ígjøgnum, sum tað ikki verður goldið fyri.
– Vit kunnu bara staðfesta, at alsamt fleiri slík mál verða meldað til løgregluna, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum mælir til, at fólk gera sær meira ómak, tá tey skanna, so tey sleppa undan at fáa eina uppringing frá politinum og eina bót fyri stuldur.
Hann sigur eisini, at summir handlar hava vektir, sum skráseta, um vøra kemur í postan, sum ikki er skannað.
Vaktleiðarin sigur, at tað ikki er ein ávísur bólkur av fólki, ið ger hesi brot, men fólk í øllum bólkum.