Flogbóltskvinnurnar byrja nú Eurovolley undankappingina

Sunnudagin 21. august spæla mennirnir seinasta dystin í hesi undankappingini. Teir taka ímóti Belgia á heimavølli sunnudagin kl. 17.00. Samstundis seta kvinnurnar skjøtul teirra undankapping. Fyrsti dysturin er á útivølli móiti Kroatia

Sunnudagin 21. august spæla mennirnir seinasta dystin í hesi undankappingini. Teir taka ímóti Belgia á heimavølli sunnudagin kl. 17.00. Samstundis seta kvinnurnar skjøtul teirra undankapping. Fyrsti dysturin er á útivølli móiti Kroatia.

 

A-landsliðið hjá kvinnum í flogbólti skal leika seks dystir fram til 11. september - tríggjar útidystir og tríggjar heimadystir. Liðið er komið í bólk saman við Kroatia, Rumenia og Ísrael.

 

- Ikki kann sigast annað enn, at føroyska liðið veruliga kemur í eldin í fyrsta dystinum, sum er á útivølli ímóti Kroatia. Kroatia er styrkismett, sum nr. 10 í Evropa, men hevur í løtuni eitt krútsterkt lið, sum er á veg uppeftir og sum vinnir dystir móti sterkari tjóðum. Liðið, sum er samansett av ungum professionellum leikarum úr sterkum kappingum í Evropa, hevur soleiðis nýliga vunnið á Belgia og Puerto Rico og hevur tapt javnar dystir móti Italia. Miðalhæddin á álopspartinum á liðnum er 187 cm, skrivar Flogbóltssambandið.

 

Fyrsti dysturin verður í Osijek í Kroatia sunnudagin kl. 17.00 føroyska tíð. Ferðalagið fer úr Føroyum fríggjadagin og verður aftur mándagin fyri at gera klárt til næsta dystin, sum verður longu mikudagin í næstu viku móti Rumenia heima.

 

Landsliðsvenjarin Lars Engell og hjálparvenjarin, Kristian Mikkelsen hava tikið út hendan hópin av 14 spælarum, sum fara at spæla allar seks dystirnar:

 

1. Hanna Iansdóttir, Ikast

 

3. Jóhanna Christiansdóttir, TB

 

4. Bjørk Nolsøe Isaksen, ASV Aarhus

 

5. Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir

 

6. Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur

 

7. Janna Falkvard, SÍ

 

8. Anna Arnholdsdóttir, Mjølnir

 

9. Milja Silvansdóttir, KÍF

 

10. Eva Winther Nagata, ASV Aarhus

 

11. Jakobina Joensen, KÍF

 

12. Hilda Bolstad Mortensen, Aalborg Volley

 

13. Anna Larsen, Aalborg Volley

 

14. Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, Fleyr

 

15. Elsa Samuelsen, Førde

 

 

 

 

 

Dystarskráin hjá kvinnunum sær soleiðis út:

 

 

 

Sunnudagin  21. august kl. 17.00 Kroatia - Føroyar

 

Mikudagin  24. august kl. 19.00 Føroyar - Rumenia

 

Leygardagin  27. august kl. 17.30 Ísrael - Føroyar

 

Sunnudagin  4. september kl. 17.00 Føroyar - Ísrael

 

Mikudagin  7. september kl. 15.00 Rumenia - Føroyar

 

Sunnudagin  11. september kl. 17.00 Føroyar - Kroatia

 

 

 

Allir dystirnir síggjast á eurovolley.tv og heimadystirnir síggjast eisini á Televarpinum.