Flogbóltsmennirnir á veg til Estlands

Manslandsliðið i flogbólti er nú á veg til Estlands, har EM-undankappingin heldur fram

A-landsliðið hjá monnum í flogbólti fór í morgun avstað við flogfarðinum hjá Atlantsflog til Danmark og síðani seinnapartin víðari til Tallinn í Estlandi, har teir í morgin klokkan 16.00, føroyska tíð, spæla móti Estlandi.

 

Fyrsti heimadystur í eini EM undankapping fyri A-landslið nakrantíð var mikukvøldið, har Føroyar tapti 3-0. Eftir hetta tapið, skulu menninir í morgin aftur í eldin móti sterka liðnum frá Eslandi og skulu royna at roysa seg aftur.

 

- Fyri at fáa fleiri stig og møguliga vinna eitt sett, skulu móttøkurnar og servirnar í fyrstu atløgu verða munandi betri, sigur Jens Bang, høvuðsvenjari hjá Føroyska liðnum.

 

- Umframt hetta er neyðugt at verða neyvari tá blokkurin verður settur móti sera høgu og sterku Estisku leikarunum. Í teimum tvídystunum har vit gjørdu tingini røtt í heimadystinum, varð týðuligt at vit í ávísan mun hava møguleika at leika upp ímóti sterku professionellu leikarunum úr Estlandi, sum hava sína dagligu gongd í sterku kappingunum í Evropa og Suðuramerkia, sigur Jens Bang víðari.

 

Føroyska liðið er manna við sama hópi, sum spældu heimadystin móti Estlandi:

 

Stefan Rosenlund

 

Bjarni Joensen

 

Filip Ilic

 

Mattias N. Isaksen

 

Thorvald Danielsen

 

Áslakur P. Holm

 

Tróndur H. Hansen

 

Trygvi á Brekkukletti

 

Jóhan Arni Elisson Wang

 

Teitur Eliasen

 

Niels Niclasen

 

Silas Poulsen

 

Símun H. Poulsen

 

Dysturin verður spældur í morgin, leygardagin klokkan 16.00, í Kalev Sporthall í Tallinn og dysturin verður vístur á Eurovolley.tv.