FM1: Fótbóltspanelið tók samanum avrikini hjá KÍ og NSÍ

(FM1) Gestir í Fótbóltspanelinum í dag vóru Jákup Ósá, André Olsen og Teitur Joensen

André Olsen er hjálparvenjari hjá NSÍ

##med2##

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Fótbóltspanelið, ið var á FM1 seinnapartin í dag. 

 

Tróndur Arge hevði tríggjar gestir í sendingini Fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin í dag. Teir vóru Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum, André Olsen, hjálparvenjari hjá NSÍ og Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari. Í sendingini vóru eisini samrøðubrot við Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ og Klæmint A. Olsen, liðskipara hjá NSÍ.

 

Til viðgerðar vóru avrikini hjá KÍ og NSÍ í Europa Conference League undankappingini. Avrikini á útivølli vóru góð, men 1-3 og 2-4 tapini á heimavølli ígjár vóru stór vónbrot.

 

 

 

André Olsen er hjálparvenjari hjá NSÍ

(Fótbóltspanelið 16. juli. Gestir: Jákup Ósá, André Olsen og Teitur Joensen)