FM1: Hoyr hvussu HB vann søguliga stóran evropeiskan sigur

(FM1) Hoyr Trónd Arge og Teit Joensen siga frá teimum fýra málunum og dystarendanum tá HB vann ein evropeiskan metsigur

##med2##

Allir HB-arar og allar Fótbólts-Føroyar kunnu fegnast í kvøld.

 

HB vann sín størsta evropeiska sigur nakrantíð, tá teir í kvøld á ovara vølli í Gundadali vunnu ikki minni enn 4-0 á montenigrianska meistaraliðnum, Budocnost Podgorica. Gamla metið hjá HB varð frá 2014, tá teir vunnu 5-2 á Lincoln Imps.

 

Sigurin hjá HB kemur sera væl við á UEFA Club Ranking roknskapinum hjá føroyskum fótbólti, so vit tey komandi árini kunnu hava fýra lið við í teimum evropeisku kappingunum. 

 

HB spælir returdyst í nógvum hita í Podgorica týskvøldið 27. juli klokkan 20 lokala tíð. Megnar HB at vinna ein samlaðan sigur møta teir vinnaranum av uppgerðini millum Dinamo Tblisi og Maccabi Haifa. Maccabi Haifa vann 2-1 í Georgia. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge og viðmerkjaran, Teit Joensen siga frá málunum og dystarendanum í tí søguliga sigrinum hjá HB.

 

HB – Buducnost Podgorica 4-0 (1-0)

 

1-0: Michal Przybylski 45.

 

2-0: Michal Przybylski

 

3-0: Pætur J. Petersen 58.

 

4-0: Daniel Johansen br 66.

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – René S. Joensen (Hilmar Leon Jakobsen, 46.), Heðin Hansen – Pætur J. Petersen (Stefan Radosavljevic, 67.), Michal Przybylski (Ási Dam, 81.), Adrian Justinussen (Mads Mikkelsen, 91.) – Mikkel Dahl (Àki Debes Samuelsen, 81.)

 

Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Dan í Soylu, Jákup Thomsen, Samuel Johansen Chukwudi

 

Venjari: Kevin Schneider

 

(Hoyr hvussu HB vann størsta sigurin í Evropa higartil)

(Hoyr hvussu HB vann størsta sigurin í Evropa higartil)