FM1: Hoyr spennandi Firmakappingina millum Betri Pensjón og Spekt

(FM1) Tað gjørdist ein stigarík og spennandi finala í Firmkappingini - spurnarkappingini - hjá FM1.

##med2##

Seinnapartin var finalan í Firmakappingini hjá FM1 millum Betri Pensjón og Spekt. Talan gjørdist um eina spennandi og stigaríka finalu.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra finaluna í Firmakappingini. 

Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni vunnu hvør sín góðan vinning.

Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk. 

Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.

 

(Finalan í Firmakappingini hjá FM1: Betri Pensjón-SPEKT)