FM1: Hoyr Turið, Dragan og Bjartu seta orð á sigurin á Ísrael

(FM1) Sjúrður H. Hoydal fekk orðið á Dragan Brljevic, Turið Arge Samuelsen og Bjartu O. Johansen aftaná 29-25 sigurin á Ísrael

Turið Arge Samuelsen skoraði fimm mál móti Ísrael

Turið Arge Samuelsen skoraði fimm mál móti Ísrael

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur vunnið seg víðari til høvuðs EM-undankappingini aftaná 29-25 sigur á Ísrael og 21-19 sigur á Finnlandi.

 

Í EM-undankappingini bíða Danmark og Rumenia, ið hoyra til heimselituna og Eysturríki.

 

Føroyar-Ísrael 29-25 (15-11)

 

Føroyar: Bára K. Hansen 7, Turið Arge Samuelsen 5, Lív S. Poulsen 4, Marianna G. Eystberg 4, Bjarta O. Johansen 3, Maria H. Weyhe 2, Súna K. Hansen 2, Durita C. Jojic 1 og Guðrið Ellingsgaard 1. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal gjørdi við landsliðsvenjaran, Dragan Brljevic sum fegnast um góða moralin føroyska liðið vísir við at stríða seg innaftur í dystirnar aftaná ring tíðarskeið í dystunum. Dragan staðfestir, at føroysku avrikini hava sveiggjað ov nógv í hesum báðum undanundankappingardystunum. 

 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Turið Arge Samuelsen, ið slær fast, at hon er alt annað enn nøgd við avrikið hon legði fyri dagin móti Finnlandi fríggjakvøldið, og tí var hon ógvuliga motiverað til at gera tað betri í dag, og tað eydnaðist.

 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Bjartu O. Johansen, ið helt fyri, at talan var um ein sveiggjutan dyst í støði, har føroysku kvinnurnar vísti eg frá bæði sínari bestu og sínari minni góðu síðu. 

 

Dragan, Turið og Bjarta gleða seg øll til spennandi avbjóðingarnar móti Danmark, Rumenia og Eysturríki á heimavølli og á útivølli í heyst. 

 

Turið Arge Samuelsen skoraði fimm mál móti Ísrael

Turið Arge Samuelsen skoraði fimm mál móti Ísrael

(Samrøður: Dragan Brljevic, Turið Arge Samuelsen og Bjarta O. Johansen)

(Samrøður: Dragan Brljevic, Turið Arge Samuelsen og Bjarta O. Johansen)