FM1: Liðskiparin og formaðurin eru vónbrotnir

(FM1) Hoyr hvussu Honka vann 3-1 á NSÍ, og hoyr liðskiparan hjá NSÍ og formannin hjá NSÍ taka samanum evropeisku luttøkuna hesaferð

##med2##

 

NSÍ vann føroyska roknskapinum eitt týdningarmikið stig í útidystinum móti Honka í Europa Conference League undankappingini við javnleiki 0-0. Tíverri megnaði NSÍ ikki at endurtaka avrikið í returuppgerðini á Svangaskarði, ið endaði við einum keðiligum 1-3 tapi.

 

NSÍ-FC Honka 1-3 (0-1) - FC Honka vann samanlagt 3-1

 

0-1: Jean Marie Dongou, 8.

 

0-2: Jean Marie Dongou, 60.

 

0-3: Lucas Kaufmann, 64.

 

1-3: Jørgen Nielsen, 70.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum fýra málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við formannin í NSÍ, Dánial Hansen.

 

Liðskiparin og formaðurin eru báðir vónbrotnir um, at NSÍ ikki megnaði at skapa fleiri málmøguleikar og fáa meir burturúr heimadystinum. Teir halda tó, at NSÍ royndi at stríðast, og teir eru takksamir fyri, at liðið fekk góðan stuðul á Svangaskarði í dag.

 

 

 

 

 

 

 

(Samrøður: Klæmint A. Olsen og Dánial Hansen)

(Samrøður: Klæmint A. Olsen og Dánial Hansen)