FM1: Seinasta fjórðingsfinalan KJ-Spekt verður klokkan 15.10

Seinasta fjórðingsfinalan í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1 verður seinnapartin í dag

Betri Pensjón, Vinnuhúsið og Magn eru øll klár til hálvfinalurnar í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1.

Seinnapartin klokkan 15.10 verður tann seinasti hálvfinalisturin funnin, tá KJ og Spekt fara at kappast.

Hálvfinalurnar vera avgreiddar 18. mars og sjálv finalan í Firmakappingini verður avgreidd 25. mars.

Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum 25. mars vinna tveir flottar vinningar.

Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk. 

Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.

Øll kunnu hoyra Firmakappingina HER