FM1 sendir beinleiðis úr Vági í morgin

Sent verur úr Marghøllini millum klokkan 11 og 16

Í dag sendi FM1 beinleiðis av Tvøroyri í fleiri tímar, og í morgin verur sent beinleiðis úr Vági.

 

Petur Zachariassen greiðir soleiðis frá: -  Byrjað verur at senda klokkan 11.00 úr Marghøllini í Vági, har Stella Zachariassen fer at tosa við venjaran hjá bogaskjótifelagnum í Suðuroy, ið er kanadiumaður. Hetta fer fram á enskum.

 

Millum klokkan 12.15 og 15.00 verður vitjað ymsastaðni í Vági og so endar sendingin úr Vági við, at fyrri tímin av Sportboxini verður sendur millum kl. 15-10 – 15.50 har gestir vitja og tosa um fótbólt, hondbólt og annað. Seinni tímin av Sportboxini verður fótbóltspanelið, ið verður sent úr Krosslíð í Havn.

 

Frekvensurin hjá FM1 í Vági er FM 93,5 MHz.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo