FM1 sigur beinleiðis frá HB-Budocnost klokkan 19

Tróndur Arge verður frásøgumaður hjá FM1

Allar Fótbólts-Føroyar heppa á HB í annaðkvøld klokkan 19, ið skal takast við Budocnost Pogorica úr Montenegro í fyrru uppgerðini í øðrum umfari í Europa Challenge League undankappingini. Vónin er, at Føroyar kunnu vinna nøkur stig aftrat til felags roknskapin, so vit framyvir fáa fýra lið út í Evropa at kappast. 

 

Dysturin verður spældur á ovara vølli í Gundadali. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Frásøgumaður hjá FM1 verður Tróndur Arge. Sendingin byrjar klokkan 18.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.

 

Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.