FM1 sigur frá Føroyar-Ísrael frá klokkan 15.50

Sjúrður H. Hoydal fer at siga frá sera týðandi dystinum hjá kvinnulandsliðnum. Sigrun Mikkelsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina

Seinnapartin í dag verður aftur beinleiðis hondbóltur á FM1. 

 

Fyrradagin vunnu føroysku kvinnurnar 21-19 (9-10) á Finnlandi, og ígjár vann Finnland 28-24 (14-10) á Ísrael.

 

Gøtan er nú greið hjá føroysku kvinnunum at vinna seg í høvuðsundankappingina, har Danmark, Rumenia og Eysturríki bíða í høvuðsundankappingini.

 

Seinnapartin klokkan 16 spæla Føroyar móti Ísrael í høllini á Hálsi í Havn, og fær føroyska liðið ein javnleik ella ein sigur móti Ísrael hava Føroyar vunnið seg víðari til høvuðsundankappingina.

 

Ísrael má vinna á Føroyum við seks málum ella meir fyri at vinna seg víðari til høvuðsundankappingina. Ein sigur til Ísrael uppá fimm mál ella minni enn tað sendir Finnland víðari til høvuðsundankappingina við best málmuni um øll trý liðini enda á tveimum stigum. Vinnur Ísrael t.d. við fimm málum hava tær pluss eitt og Finnland pluss tvey, og Føroyar minus trý. 

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá sera týðandi dystinum millum Føroyar og Ísrael á FM1. Sigrun Mikkelsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. 

 

Øll kunnu hoyra FM1 á  www.midlar.fo

 

Støðan:

 

1. Føroyar 1 dystur 21-19 2 stig

 

2. Finnland 2 dystir 47-45 2 stig (Føroyar betri innanhýsis)

 

3. Ísrael 1 dystur 24-28 0 stig 

 

Vinnarin fer í undanbólk 2 har hini liðini eru Danmark, Rumenia og Eysturríki.