FM1: Tóku samanum góðu landsvenjaratíðina hjá Sonni Larsen

(FM1) Hoyr farvælsamrøðu við Sonni Larsen, og hoyr eitt minnisbrot við fimm teimum mest minniligu U21 og A-landsdystunum við Sonni sum venjara

##med2##

1)18. juli 2017: Føroyar-Chile 31-28 (U21 HM Algeria)
2) 20. juli 2017: Suðurkorea-Føroyar 27-28 (U21 HM Algeria)
3) 24. oktober 2018: Montenegro-Føroyar 24-24 (EM undankapping)
4) 12. januar 2020: Luksemborg-Føroyar 22-24 (HM undanundankapping - fyrsti HM-undankappingarsigurin)
5) 30. apríl 2021: Føroyar-Kekkia 27-26 (EM-undankapping - fyrsti EM-undankappingarsigurin)

Hetta eru tey fimm úrslitini sum standa fremst nú Sonni Larsen gevst aftaná fýra ár sum fyrst U21-landsliðsvenjari og síðani A-landsliðsvenjari hjá Føroyum.

Føroyar gjørdust næstbesti fýrari í teimum átta EM-undankappingarbólkunum, har munaði serliga søguligi 27-26 sigurin á Kekkia fyrradagin.

- Fríggjadagin og í gjár var eg kensluliga ávirkaður, og eg rokni við, at kenslan fer at venda aftur. Men akkurát nú eri eg avkláraður hesum viðvíkjandi. Eg fari við sera stórum takksemi at minnast aftur á hetta fimm ára skeiðið, sum í hondbólti er tað størsta í mínum lívi. Eldhugin millum foreldrini og øll hini, sum hava verið kring liðið, hevur verið heilt framúr og er ein av orsøkunum til, at liðið hevur flutt seg so nógv, sigur Sonni Larsen.

Og hvussu verður framtíðin hjá landsliðnum?

- Tað fer at vinna alt fleiri dystir, og eg eri vísur í, at føroyska landsliðið um ikki so nógv ár fer at vinna seg fram millum tey 24, sum fara at taka lut í endaspæli, segði Sonni Larsen m.a. í farvæl-samrøðuna hondbóltsreportarin, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við hann.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra seinastu samrøðuna Sonni gjørdi sum landsliðsvenjari á hesum sinni umframt minnisbrotið frá FM1 við dystarbrotum og samrøðubrotum frá teimum fimm minniligastu dystunum. 

Vit á In.fo og á FM1 takka Sonni Larsen fyri tíðina og ynska honum bestu eydnu framyvir. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Samanumtøku hjá Andriasi Eriksen og samrøður við Brand Halgirsson og Pætur Mikkjalsson. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður gjørdi við hjálparvenjaran, Dia Midjord sum eisini takkar fyri seg. 

 

(Farvælsamrøða og serlig minnisbrot við Sonni Larsen sum U21 og A-landsliðsvenjara)