FM1: Veðrið er við Føroyaleikunum

(FM1) Hoyr samrøðuna Árni Gregersen gjørdi við Andras Nolsøe, samskipara hjá ÍSF

##med2##

 

»Føroyaleikir« er heitið á ítróttastevnu hjá ÍSF, ið skal verða ein afturvendandi summarkapping fyri allan føroyskan ítrótt, sum ÍSF fevnir um. Føroyaleikir, ið kunnu lýsast sum teir Føroysku Oyggjaleikirnir, skulu ætlandi haldast annaðhvørt ár – tað árið, táið vanligu, altjóða oyggjaleikirnir ikki eru.

 

Fyrstu Føroyaleikirnir vóru settir ígjár, og eru í gongd til sunnudagin. Beint undir 1.300 íðkarar í ymsum oyggjaleikakendum ítróttum kappast kring oyggjarnar.

 

Í tíðindasendingini hjá FM1 klokkan 17 fekk Árni Gregersen orðið á Andras Nolsøe, samskipara hjá ÍSF sum gleðiliga kann staðfesta, at tað gongur væl at avgreiða Føroyaleikirnar, og ikki minst spælir veðrið við.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna.

 

(Samrøða: Andras Nolsøe)