Ferðandi úr Føroyum skulu nú í sóttarhald í Noregi

Frá at vera grønar í norskum eygum, verða Føroyar nú at rokna sum reyðgular. Hetta fer at gera tað truplari hjá føroyingum, sum sigla ella arbeiða í Noregi.

 

 

Norska stjórnin fer nú at veita nøkrum londum lætta í krøvum í samband við covid-19, og onnur lond og regiónir fáa harðari treytir við avmarkingum og sóttarhaldi, um fólk úr londunum koma til Noregs. 

 

Norska stjórnin sigur í tíðindaskrivi í dag, at broytingarnar fevna um fleiri regiónir í Norðulondum, Evropa og triðjalondum, sum londini í norskum høpi verða rópt. 

 

Nýggju reglurnar koma í gildi á midnátt náttina til mánadagin hin 19. juli. Frakland og Grikkaland fara frá at vera grøn til at gerast reyðgul, sum merkir, at fólk úr hesum londum koma undir krøv um sóttarhald í Noregi. 

 

Tað verða eisini krøv um sóttarhald hjá fólki, sum koma til Noregs av Kypros og eitt nú úr Stórabretlandi.

 

Broytingarnar í Noregi frá 19. juli fevna um fleiri lond og regiónir og millum tey lond, sum koma undir krøv um sóttarhald, eru eisini Føroyar.

 

Tað merkir, at fólk, sum koma úr Føroyum til Noregs, noyðast nú aftur í sóttarhald í Noregi.

 

Frá at vera grønar í norskum eygum, verða Føroyar nú at rokna sum reyðgular. Hetta fer at gera tað truplari hjá føroyingum, sum sigla ella arbeiða í Noregi.

 

Noreg broytir eisini treytirnar hjá fólki í fýra regiónum í Danmark at ferðast til Noregs. Tríggjar av hesum fara frá at vera grønar til at verða reyðgular - og ein región fer frá reyðgulum til at gerast reyð.

 

Tað merkir, skriva norskir miðlar í dag, sum endurgeva tíðindaskrivið hjá norsku stjórnini, at tað nú bara verður regiónin, Syddanmark, sum verður grøn og ikki kemur undir broyttu krøvini í Noregi.

 

Regiónin, sum Keypmannahavn liggur í, fer frá at vera reyðgul til at gerast reyð í norskum eygum. Meira um nýggju treytirnar fyri ferðing til Noregs frá 19. juli at rokna kann lesast á norskum heimasíðum í dag.