Føroyar-Ísrael 29-25 (15-11) - Hoyr dystarendan og samanumtøku hjá FM1

(FM1) Hoyr Sjúrð. H. Hoydal og Sigruna Mikkelsen taka samanum sigurin sum sendi Føroyar víðari til høvuðs EM-undankappingina

##med2##

 

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur vunnið seg víðari til høvuðs EM-undankappingina aftaná 29-25 sigur á Ísrael og 21-19 sigur á Finnlandi.

 

Í EM-undankappingini bíða Danmark og Rumenia, ið hoyra til heimselituna og Eysturríki.

 

Tað stóð á eina løtu í seinna hálvleiki móti Ísrael í dag. Føroyska liðið var greitt á odda 22-15, men ísraelska liðið át leiðsluna upp og vann seg upp á 22-21, men so vann føroyska liðið seg framum aftur 24-21, og megnaði at halda frástøðuna restina av dystinum. 

 

Føroyar-Ísrael 29-25 (15-11)

 

Føroyar: Bára K. Hansen 7, Turið Arge Samuelsen 5, Lív S. Poulsen 4, Marianna G. Eystberg 4, Bjarta O. Johansen 3, Maria H. Weyhe 2, Súna K. Hansen 2, Durita C. Jojic 1 og Guðrið Ellingsgaard 1. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann siga frá dystarendanum. Sigrun Mikkelsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

 

2) Hoyr samanumtøkuna hjá Sjúrði og Sigruni. Sigrun staðfestir, at vit skulu fegnast um, at vit hava vunnið okkum víðari, men liðið eigur meir í sær og avrikini mugu betrast til komandi undankapping. 

 

1. Føroyar 2 dystir 50-44 4 stig

 

2. Finnland 2 dystir 47-45 2 stig

 

3. Ísrael 2 dystir 49-57 0 stig

 

 

 

 

 

 

 

 

 

(Føroyar-Ísrael 29-25 (15-11) - Hoyr dystarendan og samanumtøku)

(Føroyar-Ísrael 29-25 (15-11) - Hoyr dystarendan og samanumtøku)