Føroyar kanna sær stórar nøgdir av svartkjafti og sild

Føroyar kanna sær 38,6 prosent av strandarlandakvotuni av svartkjafti og 22,05 prosent av norðhavssildini.

Føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2023 eru nú ásettar, og her hava Føroyar kanna sær sín stóra lut í hesum kvotum.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við uttanlandsnevnd løgtingsins í dag tikið avgerð um at áseta føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2023.

 

Í Fiskimálaráðnum siga tey, at hetta er gjørt eftir sama leisti sum undanfarin ár. 

 

Føroyska svartkjaftakvotan fyri 2023 verður 483.042 tons, sum er 38,6 prosent av strandarlandakvotuni á 1.251.403 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um svartkjaft í London hin 14. oktober í fjør. 

 

Føroyska kvotan av norðhavssild fyri 2023 verður 112.713 tons, sum er 22,05 prosent av mest loyvdu veiðu á 511.171 tons, sum strandarlondini eisini samdust um á árliga fundinum um norðhavssild í London.

 

##med2##

 

Dennis Holm hevur eftir ráðførslu ásett kvoturnar á svartkjafti og norðhavssild.