Føroyar spæla fjórðingsfinalur í dag

Úrslitini hjá bæði gentum og dreingjum bera í sær, at tey í dag spæla fjórðingsfinalur. Vinnarin av fjórðingsfinaluni spælir seinni í dag hálvfinalu, meðan taparin spælir um 5. og 6. plássið mikumorgunin

Úrslitini hjá bæði gentum og dreingjum bera í sær, at tey í dag spæla fjórðingsfinalur. Vinnarin av fjórðingsfinaluni spælir seinni í dag hálvfinalu, meðan taparin spælir um 5. og 6. plássið mikumorgunin.

 

Genturnar

 

U17 landsliðið hjá Føroyum byrjaði NEVZA-kappingina í gjár við at tapa 3-2 móti Onglandi. Seinni á degnum gekk verri. Íslendsku stelpurnar, sum vunnu NEVZA-kappingina í fjør, eru ikki mjúkar at strúka, hóast tær taptu 3-0 fyri Onglandi, sum Føroyar pressaðu út í ein javnbrótara.

 

Føroyar - Ongland 2-3 (23-25, 19-25, 25-23, 25-20, 11-15)

 

Ísland - Føroyar 3-0 (25-14, 25-15, 25-20)

 

Í fjórðingsfinaluni í dag møta føroysku genturnar Svøríki, sum vann 3-2 á Danmark og tapti 3-1 fyri Noregi. Vinnarin av fjórðingsfinaluni spælir hálvfinalu móti Onglandi klokkan 15:45. Taparin spælir um 5. og 6. plássið mikumorgunin klokkan 8.

 

Dreingirnir

 

U17 landsliðið við dreingjum vann 3-0 á Onglandi, men tapti seinni móti Noreg. Lítil munur var í øðrum setti, men Noreg átti sum heild munin í dystinum.

 

Føroyar - Ongland 3-0 (25-18, 25-17, 25-18)

 

Noreg-Føroyar 3-0 (25-17, 25-23, 25-19)

 

Føroysku dreingirnir møta Íslandi í fjórðingsfinaluni týsdagin klokkan 12. Ísland tapti 3-0 í báðum sínum dystum, sum vóru ímóti Svøríki og Danmark. Vinnarin av fjórðingsfinaluni møtir síðani Danmark í hálvfinaluni týskvøldið klokkan 18. Taparin spælir um 5. og 6. plássið klokkan 8 mikudagin.