Víðari í undankappingini skulu Føroyar møta Danmark, Rumenia og Eysturríki – har serliga tey fyrru eru klassalið. Tað verður fyrstu ferð, at føroyskar hondbóltskvinnur skulu møta donsku hondbóltskvinnunum – og heimadystirnir verða eisini í Føroyum, tí undantaksloyvi at nýta høllina á Hálsi í Havn er galdandi fyri alla kappingina.
Tað verður uttan iva nógv harðari mótstøða, tá føroysku kvinnurnar skulu víðari í undankappingini.
Bára Hansen úr Kyndli var toppskjýttu við 7 málum. Hon skoraði 6 við brotskasti og eitt av strikuni.
Turið Arge Sameulsen skeyt 5 mál, og Marianna Gerisdóttir Eystberg og Lív Poulsen skutu 4 mál.