Føroyingaliðið á Akureyri hevur vunnið seg í endaspælið

KA verður millum átta tey fremstu liðini í grundspælinum. Verri sær út hjá hinum føroyingaliðnum, Fram

Allan Norðberg, Nicholas Satchwell og Áki Egilsnes fáa saman við liðfeløgunum í KA á Akureyri møguleikan at kappast í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Tað gjørdist veruleiki tá KA á heimavølli á Akureyri ígjárakvøldi vann ein sera spennandi dyst móti FH við bert einum máli. KA vann dystin 30-29. 

 

Í steðginum var FH á odda 13-12, og tíðliga í seinna hálvleiki var FH á odda 19-16, men tá megnaði KA at toga seg framum 21-20, og leikaði tað javnt heilt til endan.

 

Allan Norðberg skoraði fýra mál fyri KA, og Nicholas Satchwell hevði 12 bjargingar í dystinum.

 

KA hevur 24 stig, og hava teir seks stig niður til níggjunda plássið, har hitt føroyingaliðið, Fram hevur 18 stig.

 

Tað sær svart út hjá Vilhelmi Poulsen, Rógva Dal-Christiansen og liðfeløgunum í Fram at vinna seg millum átta tey ovastu liðini. Fram hevur fýra stig upp til áttanda plássið nú bert tveir dystir eru eftir at leika í grundspælinum.

 

2. hvítusunnudag tekur Fram ímóti Gróttu, og sama dag spælir KA á útivølli móti Vali í Reykjavík. 

 

Støðan: 

 

Lið:Dystir 

Mál

 
Stig
Haukar20596:48235
FH20590:55626
Selfoss20526:50424
KA20541:52124
Stjarnan20576:55223
ÍBV20586:56023
Valur20580:54023
Afturelding20537:541 

22

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 
Fram20528:52518
Grótta20513:53614
Þór Ak.20446:5558
ÍR20470:6170