Føroyingaliðið á Akureyri spælir fjórðingsfinalur 1. og 4. juni

Liðið hjá Áka Egilsnes, Allani Norðberg og Nicholas Satchwell, KA av Akureyri endaði á sætta plássinum í grundspælinum í Ólís-deildini sum er besta íslendska hondbóltsdeildin.

 

Tað merkir, at KA skal spæla fjórðingsfinalur móti Vali sum endaði á triðja plássi í grundspælinum.

 

Nú eru fjórðingsfinalurnar ásettar.

 

KA spælir á heimavølli móti Vali týskvøldið 1. juni klokkan 19, og returdysturin verður spældur í Reykjavík fríggjakvøldið 4. juni klokkan 21.

 

Samlaði vinnarin vinnur seg víðari í hálvfinalurnar. Í fjórðingsfinaluuppgerðunum telja mál á útivølli dupult.

 

Í grundspælinum sermerkti KA seg við at spæla nógv flestar javnleikir. Sjey av 22 dystum hjá KA í grundspælinum endaðu við javnleiki.

 

Tá KA og Valur hittust á Akureyri í grundspælinum 18. februar endaði dysturin við javnleiki 27-27.

 

Tá liðini hittust aftur fyri stuttum í Reykjavík 24. maj vann Valur 31-27.

 

Í grundspælinum fekk Valur 27 stig meðan KA fekk 25 stig.